Innanlands

Betri fíggjarligar treytir til langtíðarsjúk

Talan er um uppskot til broyting í løgtingslóg um dagpening, sum eftir ætlað kemur í gildi 1. januar

2021-07-06 19:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sent uppskot til broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku til hoyringar, sum m.a. skal bøta um fíggjarligu umstøðurnar hjá langtíðarsjúkum.

Sambært galdandi lóg, kann dagpeningur vegna sjúku í mesta lagi veitast í 40 vikur, svarandi til umleið 9 mánaðir. Tað er ikki óvanligt, at persónur, við til dømis krabbameini, er óarbeiðsførur í longri tíð enn 9 mánaðir, og viðkomandi er tá ikki tryggjaður inntøku. Umframt heilsuligu avbjóðingarnar kann støðan sostatt eisini blíva til ein fíggjarligan smeit fyri sjúklingin.

Uppskotið, sum er sent til hoyringar, inniheldur eisini aðrar broytingar, m.a., at tey við útsettari pensjón fara at fáa rætt til dagpening í sambandi við sjúku. Tað hevur týdning, at vit eggja teimum eldru at arbeiða, og tí er eisini neyðugt, at vit skipa karmarnar fyri tey, sum útseta fólkapensjónina, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 27. august, og gongst sum ætlað, koma broytingarnar í gildi 1. januar 2022.

Almannamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder