Innanlands

Bergur, Ingilín og Kim á javnaðarlistan fyri Norðstreym

Norðstreymoyar javnaðarfelag liðugt við uppstillingina

2022-11-15 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðstreymoyar Javnaðarfelag er liðugt við sína uppstilling, boðar felagið frá.

Umboðini á javnaðarlistanum til løgtingsvalið 8. desember verða Ingilín Didriksen Strøm, Kim Durhuus og Bergur Dam Jensen.

Ingilín D. Strøm úr Vestmanna er 31 ár, búsitandi á Velbastað. Hon gjørdist næstvald á javnaðarlistanum seinast við 546 persónligum atkvøðum.

Kim Durhuus er 55 ár, sjálvstøður vinnurekandi úr Hósvík. Hevur stillað upp tvær ferðir til løgtingsval fyri Javnaðarflokkin fyrr, í 1990 og 2011. Men hansara politisku royndir liggja meira á tí kommunalpolitiska har hann hevur sitið í býráðnum í Sunda kommunu í tvey skeið, harav eitt sum borgarstjóri.

Bergur Dam Jensen, er 35 ár og handilsmaður í Kollafirði. Hetta er fyrstu ferð hann stillar upp til løgtingsval, men hevur tvær reisur verið á javnaðarlistanum til kommunuval í Tórshavnar kommunu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder