Innanlands

Benedikt sendiharri takkar fyri seg

1. august tekur Águsta Gísladóttir við sum íslendsk sendifrúa í Føroyum

2022-07-27 13:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skeiðið hjá Benedikt Jónssyni, sum sendimaður Íslands á aðalkonsulatinum í Tórshavn, er við at renna út.

Hjúnini Benedikt Jónsson og Aðalheiður Óskarsdóttir hava í dag lagt eina heilsan út á Facebookvangan hjá aðalkonsulatinum, har tey takka føroyingum, og ikki minst herbúgvandi íslendingum og íslendingafelagnum her, fyri tíðina tey hava virkað í Føroyum.

Og tað er ikki hissini rós Føroyar og føroyingar fáa frá almenna íslendska umboðnum hesi seinastu fýra árini.

- Í okkara 39 ára longu starvsleið í uttanríkistænastu Íslands, hava vit starvast nógva staðni, men vit siga uttan fyrivarni, at tað fyri íslendska sendiharran hevur verið ein mikil forrættur at starvast í Føroyum.

- Viðurskiftini Íslands og Føroyum ímillum hava djúpar røtur. Tað er ikki einans eitt hugtak, at vit eru brøðratjóðir, har flestu træðrirnir í mentan okkara renna saman, og at vit kenna okkum á heimavølli, bæði í Føroyum og í Íslandi.

- Góðar søgur verða ikki sagdar ov ofta. Vit eru uppald við serligum tokka til føroyska mentan, og hava notið hetta í øllum lutum í arbeiði okkara her. Føroysk mentan er egin, og tað sama er stórbæra náttúran her og ikki minst føroyingar sjálvir, skrivar Benedikt Jónsson millum annað í heilsanini.

- Alt hevur sína tíð í lívinum og nú heilsa vit farvæl við takksemi og virðing til Føroyar, føroyingar og íslendingarnar við bestu ynskjum fyri ókomnum tíðum, skrivar sendiharrin at enda.

Hann verður avloystur av Ágústu Gísladóttir, sum byrjar á sendistovuni í Ydum úti á Reyni 1. august. Ágústa kemur úr einum starvi sum sendikvinna Íslands í Lolongwe, høvuðsstaðnum í Malawi.



Úr myndasavninum:

[object Object]
Benedikt saman við Heðin Mortensen, borgarstjóra

[object Object]
Benedikt og Aðalheiður saman við Anniku Olsen, borgarstjóra

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder