Innanlands

Beinta Løwe vil ikki á tjóðveldislistan

Hon kennir seg ikki aftur í teimum avgerðum, sum eru tiknar í flokkinum seinastu dagarnar

Beinta Løwe (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Beinta Løwe (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-16 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður uttan Beintu Løwe á valevnislistanum hjá Tjóðveldi á løgtingsvalinum 8. desember.

Hon ger í tíðindaskrivi, sum Kringvarpið hevur fingið hendur á, greitt, at hon ikki kennir seg aftur í teimum avgerðum, sum eru tiknar í Tjóðveldisflokkinum seinastu dagarnar.

Ætlanin var annars at stilla upp, “men í ávísum førum kemur tú í støður, har tú eisini mást halda fast um nøkur grundleggjandi prinsipp, ið tú ikki kanst víkja frá. Eina slíka støðu eri eg komin í nú”, sigur Beinta Løwe.

Hon sigur, at leiðslan í flokkinum visti hvør hennara áskoðan var um málið, og visti eisini, at hon Beinta Løwe ikki stillaði uppaftur, um støðan ikki broyttist.

Hvat mál talan er um, nevnir Beinta Løwe einki um, men tað skert ikki burtur, at ein av stóru tíðindunum um Tjóðveldi seinastu dagarnar eru, at Annika Olsen er komin úr Fólkaflokkinum og á listan hjá Tjóðveldi.

Beinta Løwe var á fyrsta sinni vald á ting á løgtingsvalinum í 2019 við 301 atkvøðum.

[object Object]Beinta Løwe starvaðist í Kringvarpinum áðrenn hon stillaði upp fyrstu ferð til løgtingsvalið í 2019. Her sum vertur til formansumfar á fólkatingsvalinum sama ár (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder