Innanlands

Beinta Løwe spyr Jenis av Rana um háskúlar

– Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at virksemi á háskúlunum kring landið kann halda fram eftir støðuna við korona?

Beinta Løwe (Mynd: Sverri Egholm)

Beinta Løwe (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-25 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Fleiri skúlar eru kring landið, ið koma undir lógina um háskúla. Skúlarnir eru sjálvsognarstovnar, og tískil hvørki privatar fyritøkur ella beinleiðis almennir skúlar. Sostatt eru hesir skúlar í einari serstøðu. Stjórin á Føroya Fólkaháskúla hevur gjørt vart við, at tey missa inntøkur, og at tey ikki vita nær, ella hvussu tey kunnu byrja virksemi aftur, sigur Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur sett landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum fyrispurning hesum viðvíkjandi.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at virksemi á háskúlunum kring landið kann halda fram eftir støðuna við korona?

2. Fer landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at fáa eina eykajáttan til háskúlavirksemi ella á annan hátt at hjálpa háskúlum fíggjarliga eftir, at virksemi er darvað av koronastøðuni?

3. Nær fara háskúlarnir at fáa kunning um, nær og hvussu tey kunnu byrja virksemi aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder