Innanlands

Beinta Løwe er ikki á listanum

Sum skilst ynskir tingkvinnan, ið fekk 301 atkvøður í 2019, ikki at stilla upp aftur. Norðoya Tjóðveldisfelag stillar Óluvu Klettskarð, Eirik í Jákupsstovu, Anfinn í Toft og Christian Guttorm Mathisen - heimild er til at stilla eitt valevni upp afturat

Beinta Løwe er úr Klaksvík men býr úr Havn. Hon fekk 241 atkvøður á Fólkatingsvalinum 31. oktober (Mynd: Jens Kr. Vang)

Beinta Løwe er úr Klaksvík men býr úr Havn. Hon fekk 241 atkvøður á Fólkatingsvalinum 31. oktober (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-15 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var 2. og 3. uppstillingarfundur hjá Norðoya Tjóðveldisfelag í Finastøðini í Klaksvík.

Norðoya Tjóðveldisfelag skrivar í tíðindaskrivi, at eini 50 fólk møttu upp, at hýrurin var góður, og nógv tóku orðið. 

Fyribils eru Óluva Klettskarð, Eirikur í Jákupsstovu, Anfinn í Toft og Christian Guttorm Mathisen uppstillaði hjá Tjóðveldisfelagnum í Norðoyggjum. Tað er bert Óluva, ið áður hevur stillað upp. Hon hevur eisini sitið á tingi og var eitt heilt stutt skifti landstýrisfólk. Óluva Klettskarð fekk 185 atkvøður til seinasta løgtingsval men kom ikki inn.

[object Object]
Eirikur í Jákupsstovu, Óluva Klettskarð, Anfinn í Toft. Christian Guttorm Mathisen, ið er til skips, vantar á myndini (Mynd: Norðoya Tjóðveldisfelag)

Les eisini: Eirikur í Jákupsstovu stillar upp fyri E

Síðsti í skrivinum verður gjørt greitt, at gundurin gav nevndini í Norðoya Tjóðveldisfelag heimild at stilla eitt valevni upp aftrat, um nevndin ynskir tað.

Hetta kann benda á, at tað framvegis verður roynt at fáa Beintu Løwe at stilla upp aftur. Løgtingskvinnan fekk 301 atkvøðu á valinum í 2019 og varð fimtvald á listanum, tá hon á fyrsta sinni stillaði upp. 

Beinta Løwe er heldur ikki uppstillað í Suðurstreymi, har hon býr, og Kringvarpið skrivar, at hon sum skilst ikki stillar upp, men at tað er eitt ynski hjá flokkinum, at fáa Beintu Løwe á listan. Hon hevur ikki ynskt at givið nakra viðmerking til støðuna, skriva bæði Kringvarpið og in.fo.

Beinta Løwe stillaði upp til Fólkatingsvalið 31. oktober og fekk har 241 atkvøður.

Les eisini: Fleiri nýggj nøvn á Tjóðveldislistan
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder