2021-06-10 17:06
Koronukoppsetingar vórðu aftur gjørdar í gjár, tá 896 fólk vórðu koppsett í Føroyum. Heimasíðani corona.fo skrivar, at 725 fólk fingu fyrra prikið, og 171 fólk fingu seinna prikið.
Nú eru 44,8 prosent av íbúgvunum koppsettir - 23.867 fólk hava fingið fyrru koppsetingina.
14.375 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og tað svarar til 27% av fólkatalinum.
Tilsamans eru 38.242 kopppsetingar gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald