Innanlands

Beinleiðis sjónvarp: Valfundur um fólkaskúlan

Valevnini sleppa nú framat í auluni á Námsvísindadeildin. Fýra evni verða viðgjørd, har fólkaskúlin er í miðdeplinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-12-01 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta umfar er júst nú farið í gongd.

Føroya Lærarafelag, Námsvísindadeildin og Heim & skúli skipa fyri almenna pallborðsfundinum. Valevni frá øllum flokkum luttaka.

Evni sum verða viðgjørt eru hesi:

- hvat siga valskráirnar um fólkaskúlan
- umstøðurnar hjá læraranum í dagsins fólkaskúla
- Læraraútbúgvingin og eftirútbúgving av lærarum
- Hin góði skúlin, har lærarar og næmingar trívast

Valevnini hava nakað av tíð til at greiða frá sínum sjónamiðnum, og møguleiki er eisini at seta spurningar.

Tað er AVlux, ið stendur fyri stroymingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder