Mentan

BBC: - The squealing from the whales was horrible

BBC kom í gjár við eintáttaðari grein um grindadrápið í Sandavági

Grind í Sandavági (Mynd: Alastair Ward)

Grind í Sandavági (Mynd: Alastair Ward)

2018-08-17 09:37 Author image
Oda Strøm
placeholder

Almenni bretski miðilin BBC legði í gjár eina grein út um grindadrápið í Sandavági fyri nøkrum vikum síðani, har tosað varð við ein ungan bretskan mann, sum upplivdi grindadrápið og tók myndir.

BBC, sum annars plagar at gera nógv burturúr greinum teirra, hevur tó ikki gjørt nógv burturúr hesu ferð. Tosað varð einans við eina keldu - unga mannin, ið var sjokkeraður av grindadrápinum.

- They were driving them into the bay, prodding them with their oars. Once they got close enough, the whole town sprinted in and started hacking at them. Even the children were getting involved, pulling on the ropes and jumping on the carcasses. We were just sat there speechless and a bit upset but you couldn't really pull yourself away, segði Alastair Ward við Triangle News Agency, ið BBC sum skilst hevur fingið søguna frá.

- The squealing from the whales was horrible. They were putting hooks on ropes in their blowholes to pull them in and then hacking at them with knives. They didn't die in a very humane way, segði Alastair Ward.

Greinin hjá BBC kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder