Innanlands

Bátur steðgaði upp út fyri Mjóvanesi

Fingu motortrupulleikar tá teir vóru eftir havhestum

Rescue Lív (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Rescue Lív (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-08-31 08:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein bátur fekk í gjár trupulleikar, tá hann var farin eftir havhestum. Á veg heimaftur av veiðu, fekk báturin motortrupulleikar og steðgaði upp.

Báturin ringdi eftir hjálp og MRCC sendi Rescue Lív eftir bátinum.

- Tað var ein smábátur, sum steðgaði upp og hevði tørv á hjálp. Rescue Lív varð sendur avstað at sleipa bátin væl og tað gekk alt sum tað skuldi, verður sagt av MRCC støðini.

Báturin lá út fyri Mjóvanesi og var sleipaður á Argir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder