Nú skal bátahylurin í Árnafirði gerast liðugur. Mánadagin varð sáttmáli við Articon, arbeiðstakaran undirskrivaður, og verður farið undir arbeiðið beinavegin, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Tað er LBF, sum er ráðgevi í verkætlanini, sum væntast liðug í desember í ár.
Útbyggingin av bátahylinum í Árnafirði er eitt mál, sum farið var undir í 70unum, men sum ongantíð er komið á mál. Í 2021 varð ferð veruliga sett aftur á málið, og tá varð avtala eisini gjørd við Landsverk um tunnilsgrót frá tunlinum norður um fjall, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Mettur kostnaður við grótinum er 11,5 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald