Mentan

Bartal og Bjarni og vinir teirra

Nýggj føroysk fotobók við søgu og spølum er komið út.

2025-12-02 11:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein nýggj, eitt sindur øðrvísi barnabók er júst komin út. Tað eru tær báðar, Monika Stauss Joensen og Kristfríð Tyril, sum hava gjørt eina nýggja bók um bamsurnar Bartal og Bjarna og vinir teirra, sum eru fýra hvítar mýs.

Hetta er onnur bók av hesum slagið. Tann fyrra, Bartal og Bjarni, kom út í 2015, og bleiv hon útselt beinavegin.

Myndirnar í bókini eru fotomyndir og bamsurnar, mýsnar og alt á myndunum er veruligt.

Kristfríð Tyril er fotografur og hevur drúgvar royndir við at taka myndir, bæði portrettmyndir og myndir frá tiltøkum. Hetta er fjóra ferð, at hon ger bók saman við Moniku Stauss Joensen.

- Bókin er ikki bara ein søga, men hevur ymiskt, sum børnini skulu finna og hugskot til ymiskt kreativt, sum børnini kunnu spæla, bæði í og uttan fyri bókina

Monika og Kristfríð halda ikki, at bókin hevur ein yvirskipaðan boðskap, men heldur hevur hon nógv ymisk gullkorn.

- Søgan snýr seg um tveir beiggjar, sum eru ymiskir, bæði av lyndi og í áhugamálum. Hugsar man um vinir teirra, mýsnar, blíva ymiskleikarnar enn fleiri. Aftrat leggur søgan alla tíðina upp til kreativitet.

Aldursbólkurin er børn millum trý og átta ár.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder