Innanlands

Barnaverndarstova Føroya tørvar fosturforeldur

Um áhugi er at gerast fosturforeldur, ber til at venda sær til Fosturforeldraskipanina

Mynd: Photograph.eu

Mynd: Photograph.eu

2018-07-12 07:34 Author image
Oda Strøm
placeholder

Barnaverndarstova Føroya tørvar fosturforeldur. Tað skrivar Barnaverndarstovan á facebooksíðu síni.

- Tað er týdningarmikið at fyrireika seg væl til uppgávuna sum fosturforeldur. Tí er gott at hava umhugsað og umrøtt ymisk viðurskifti, sum kunnu gera seg galdandi í fosturfamiljum, skrivar Barnaverndarstovan á heimasíðuni. 

Um áhugi er at gerast fosturforeldur, ber til at venda sær til Fosturforeldraskipanina. Har fæst kunning um tørvin á fosturforeldrum, góðkenningartilgongdina, útbúgving, stuðul o.s.fr.

Les meira her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder