Innanlands

Barnajól í Margarinfabrikkini leygardagin

Opið hús er fyri børnum, ungum og vaksnum. Dagurin er skipaður soleiðis, at ymiskar verksmiðjur eru sum børnini og tey vaksnu kunnu luttaka í. Børn úr Margarinfabrikkini fara eisini at framføra.

2022-12-01 19:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 3. desember frá klokkan 11 til klokkan 16 skipar Margarinfabrikkin fyri barnamentanardegum Barnajól, sum er ein dagur, har Margarinfabrikkin hevur opið hús fyri øllum børnum, ungum og vaksnum.

Dagurin er skipaður soleiðis, at ymiskar verksmiðjur eru sum børnini og tey vaksnu kunnu luttaka í. Tað er ikki neyðugt at melda seg til nakra verksmiðju. Man kemur bara inn á gólvi, og luttekur um man hevur hug til tað.

Børn úr Margarinfabrikkini fara eisini at framføra, og kaffi og køkur eru til gestirnar. 

Skráin til dagin er niðanfyri.

Jólabakaríið 
Børnini fara at baka jólakøkur
Posthúskjallarin kl.11.00 – 16.00

Grafiskur verkstaður 
Børnini fáa høvi at gera sítt egna prent saman við Bárði D.C
Margarinfabrikkin kl. 11.00 – 16.00

Jólabomm 
Børnini fáa høvi at gera bomm
Margarinfabrikkin kl. 11.00 – 16.00

Jólastjørnurnar 
Børn og ung úr Margarinfabrikkini fara at framføra
Posthúskjallarin kl. 14.00

Leir 
Børnini evna úr leiri saman við Guðrið Poulsen
Margarinfabrikkin kl. 11.00 – 16.00

Visit Tórshavn
Salong 
Børnini fáa høvi at verða andlitsmálaði, fáa jóla neglalakk, flætta og sett hár
Posthúskjallarin kl. 11.00 – 16.00

Jólaprýði 
Børnini gera jólaprýði
Margarinfabrikkin kl. 11.00 – 16.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder