Innanlands

Barnagarðsbørn uppi á Kjøli

Útvið 70 børn í aldrinum 6-7 ár hava hesa vikuna gingið teir 342 metrarnar niðan á Kjøl

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-06-03 15:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hesa vikuna hava børn og starvsfólk í Fjallafípuni arbeitt við evninum "Frá Borðoyarvík til Kjøl", har skipað hevur verið fyri ymiskum verkstøðum, sum hava við alt frá fjøru til fjøll at gera. Hesa vikuna hava útvið 70 børn (6-7 ár) gingið teir 342 metrarnar niðan á Kjøl.

Hendan evnisvikan hevur annars havt nógv at spennandi upplivingar á skránni. Eitt nú hava børnini fanga krabbar og síl, eygleiða fuglar, fuglaegg og mangt annað, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Myndirnar í hesum stubbanum eru frá í gjár, tá børn í Steinstólpuni og Mýrisnípuni vóru uppi á Kjøli í góðveðrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder