Innanlands

Barnagarðurin á Norðoyri tikin alment í nýtslu

Baldursbrá er nýggjasti barnagarðurin í Klaksvíkar kommunu. Fyrstu stovurnar tiknar í nýtslu í heyst, og fyri stuttum varð uttanumøkið eisini endaliga gjørt liðugt.

Fitt av fólki vóru komin saman til hátíðarhaldið, og á skránni var hoppiborg, kaffi, smákøkur, pylsur og sunkist til børnini. Harafturat framførdi Steintór Rasmussen nøkur løg og Eyðstein Poulsen, formaður fyri Børn og Ung, førdi fram røðu (Mynd: klaksvik.fo)

Fitt av fólki vóru komin saman til hátíðarhaldið, og á skránni var hoppiborg, kaffi, smákøkur, pylsur og sunkist til børnini. Harafturat framførdi Steintór Rasmussen nøkur løg og Eyðstein Poulsen, formaður fyri Børn og Ung, førdi fram røðu (Mynd: klaksvik.fo)

2022-05-12 12:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár bleiv nýggi barnagarðurin í Klaksvíkar kommunu, Baldursbrá, alment tikin í nýtslu. 

Talan er um dagstovn úti á Norðoyri. Har vórðu fyrstu stovurnar tiknar í nýtslu í heyst, og herfyri varð uttanumøkið eisini endaliga gjørt liðugt.

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at veðrið var skiftandi við millum annað regni, tá nakað seinkaða hátíðarhaldið fyri børnum, foreldrum og starvsfólkum á stovninum var í gjár. Fitt av fólki vóru komin saman til hátíðarhaldið, og á skránni var hoppiborg, kaffi, smákøkur, pylsur og sunkist til børnini. Harafturat framførdi Steintór Rasmussen nøkur løg og Eyðstein Poulsen, formaður fyri Børn og Ung, førdi fram røðu.

Røðan kann lesast á klaksvik.fo, har fleiri myndir eisini eru

Bygningurin er líkur nýggjasta partinum av Fjallafípuni, sum Norðhús somuleiðis var við at byggja. Eitt sum er sermerkt við nýggja stovninum er stóra og innbjóðandi spæliplássið, har kommunan millum annað hevur endurnýtt flísar, sum eru tiknir upp av økinum við Biskuptorg. Somuleiðis er spæliplássið grønt við nógvum trøðum, runnum og grillsmáttu. Tað er fyritøkan Varkurt, sum hevur staðið fyri stórum parti av uttandura arbeiðinum.

[object Object]
[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder