Innanlands

Barnaansingargjaldið í Eiðis kommunu lækkar

Kommunan hevur framvegis lægsta skattaprosentið í miðstaðarøkinum

Mynd: Eiðis kommuna

Mynd: Eiðis kommuna

2018-11-29 14:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eiðis kommuna samtykti í gjárkvøldi at lækka barnaansingargjaldið.

Kommunan skrivar á heimasíðu síni, at kommunan frammanundan hevur lægsta skattaprosent í miðstaðarøkinum og høgan barnafrádrátt, og nú skal barnagarðsgjaldið so eisini gerast bíligari.

Barnagarðsgjaldið verður framyvir:

Dagstovn: Børn undir 3 ár 1.945 kr. um mánaðin t.v.s. (avsláttur á 355kr um mánaðin)
Dagstovn: Børn yvir 3 ár – farið verður í skúla – 1.550 kr. um mánaðin (avsláttur á 300kr um mánaðin)
Frítíðarskúlabørn: 900 kr. um mánaðin, 11 mánaðir um árið. (avsláttur á 200kr um mánaðin)

Avsláttur verður somuleiðis latin teimum foreldrum, ið hava tvey ella fleiri børn í dagstovni.

Skipanin er soleiðis, at:
– Fyri yngsta barnið verður rindað fult gjald
– Fyri næstyngsta barnið verður latið 25 prosent í avsláttri
– Eldri børn ókeypis

Fíggjarætlanin hjá Eiðis kommunu bleiv einmælt samtykt á bygdaráðsfundi í kvøld tann 28.11.2018.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder