placeholder
Innanlands

Barbara Samuelsen nýggjur stjóri í Visit Tórshavn

Tað verður 49 ára gamla Barbara Samuelsen, ið skal standa á odda fyri Visit Tórshavn

Barbara Samuelsen

Barbara Samuelsen

2018-09-04 10:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað verður 49 ára gamla Barbara Samuelsen, ið skal standa á odda fyri Visit Tórshavn.

Barbara hevur seinastu 9 árini starvast sum deildarleiðari í Kringvarpi Føroya. Hon er útbúgvin Cand.comm. í samskifti og søgu við Roskilde Universitetscenter og Bachelor of Arts í Communication Studies og Sociology við University of London.

Barbara hevur viðkomandi royndir og útbúgving og hevur sostatt sera góðar førleikar at røkja starvið sum stjóri á Visit Tórshavn, sigur Henny á Líknargøtu, nevndarformaður.

Visit Tórshavn er í eini spennandi tilgongd við at menna felagið og tær tænastur, ið verða veittar borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum. Stjórin skal standa á odda fyri hesi menning, saman við dugnaligu starvsfólkunum.

- Hetta er ein spennandi avbjóðing og síggi eg áhugaverdar framtíðarmøguleikar fyri at styrkja og menna Visit Tórshavn, sigur nýggi stjórin, Barbara Samuelsen.

Barbara Samuelsen tekur við starvinum 1. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder