Innanlands

Bannon valdi sjálvur at fara til løgregluna

Serligi ráðgevin hjá Trump hevur sýtt fyri at møta upp til avhoyringar í kongressnevndini, sum kannar hvat hendi 6. januar

Steve Bannon uttan fyri FBI-skrivstovuna í dag (Mynd: EPA)

Steve Bannon uttan fyri FBI-skrivstovuna í dag (Mynd: EPA)

2021-11-15 17:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Steve Bannon, sum var ovasti strategur hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, hevur í dag sjálvur meldað seg til amerikansku løgregluna.

Hetta hendir tríggjar dagar eftir, at hann fríggjadagin varð ákærdur fyri at hava sýtt fyri at vitna í kongressini um álopið móti kongressbygninginum 6. januar í ár.

Roknað verður við, at skal avhoyrast av dómara seinni í dag.

Tá Bannon í dag kom til skrivstovuna hjá samveldisløgregluni FBI fyri at melda seg sjálvan, stroymdi hann live á sosiala miðlinum Gettr, og heitti á sínar stuðlar um at varðveita fokus.

- Vit koppa Biden-stýrinum, segði hann, meðan hann hugdi inn í myndatólið.

- Eg vil hava, at tit miðsavna tykkum. Hetta er bara larmur, segði hann.

Bannon skuldi avhoyrast í kongressini 14. oktober, men møtti ikki upp.

Tí varð hann rættarfylgdur fyri tveir tilburðir av vanvirðing fyri kongressini. Fyri ikki at hava aktað stevningunum og fyri ikki at hava latið skjøl til kongressnevndina, ið kannar hendingarnar 6. januar.

Vanvirðing fyri kongressini kann í serligum føri geva fongsul í upp til eitt ár.

Bannon er millum tey 30 fólkini, tætt við Trump, ið eru biðin um at geva kongressnevndini eina frágreiðing.

Nevndin vil hoyra meir um, hvat hendi í Hvítu Húsunum upp til 6. januar, og og á sjálvum degnum.

Sambært metingum hjá løgmálaráðnum lupu umleið tveytúsund fólk á kongressbygningin tann dagin í eini royna at forða formligu góðkenningini av Joe Biden sum vinnara av amerikanska forsetavalinum í november í fjør, skrivar Reuters.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder