Innanlands

Bannað at roykja á øllum økjum kring Glasir

Roykibannið á Glasi varð sett í verk í gjár

Glasir (Savnsmynd: Landsverk)

Glasir (Savnsmynd: Landsverk)

2019-08-16 14:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum liður í arbeiðnum at skapa eitt framúr umhvørvi fyri læring verður royking nú bannað á øllum økjum kring Glasir. Roykibannið er sett í verk eftir tilmæli frá Fólkaheilsuráðnum.

- Latið umhvørvið vera roykfrítt, har børn og ung eru, er greiði boðskapurin frá Fólkaheilsuráðnum. Fleiri fólkaskúlar hava tikið stigið, og nú verður Glasir, sum er Føroya størsti útbúgvinarstovnur, roykfríur. Roykibannið er galdandi fyri allan matrikkulin. - Eg eri fegin um, at vit sum stað, har um 1.500 ung og 250 starvsfólk savnast, kunnu vísa vegin móti einari roykfríari framtíð, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi. Hann heldur, at bannið er munandi greiðari at samskifta og handhevja, enn ásetingar um ávís øki, har loyvt er at roykja.

Leiðslan á Glasi vil, at tað ikki skal vera lætt at byrja at roykja, og at ung, ið roykja, fara at roykja minni ella velja at leggja av, nú tað ikki verður loyvt at roykja á skúlans øki.

Bónus stuðlar átakinum
Ein liður í at fáa folk at virða roykibannið er at gera sigarettir og tubakk minni atkomandi á Glasi. Nýggi Bónus-handilin við síðuna av Glasi er sølustað, sum nógvir næmingar á Glasi vitja.

- Eg haldi avgjørt, at tað er eitt stig á rættari leið at eggja fólki til at roykja minni. Eftir áheitan frá Glasi hava vit gjørt av ikki at selja sigarettir og tubakk í Bónus við Marknagilsvegin frá tí, vit lata upp á morgni til skúladagurin á Glasi endar, sigur Niels Mortensen, stjóri í samtakinum, sum rekur Bónus-handlarnar.

Bogi Bech Jensen fegnast um stigið, sum Bónus tekur, tí hann heldur tað avgjørt vera eina styrki, at skúli og handilslív samstarva um at røkka málinum, sum er eitt roykfrítt umhvørvi.

Roykibannið á Glasi varð sett í verk í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder