Innanlands

BankNordik tekur vinningsbýtið upp til nýggja viðgerð

Ætlaði aðalfundurin 26. mars er útsettur orsaka av Covid 19

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-20 15:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

BankNordik boðar í dag frá, at ælaði aðalfundurin 26. mars er útsettur orsaka av koronavirusinum. Samstundis verður boðað frá, at ætlanin er at taka spurningin um vinningsbýti fyri 2019 upp til nýggja viðgerð, nú bankin noyðist at endurskoða væntaninar fyri 2020.

Tá bankin fyri trimum vikum kundi boða frá, at árið 2019 gav eitt úrslit á 207 milliónir krónur, var eisini boðað frá, at nevndin mælir aðalfundinum til at býta 67,2 milliónir út í vinningsbýti til partaeigararnar, svarandi til 7 krónur fyri hvørt partabrævið.

Men støðan við corona-smittuni hevur nú vent upp og niður upp á nógv. Millum annað kann bankin ikki halda aðalfundin 26. mars sum ætlað, og eisini er bankin noyddur at endurskoða væntaninar um millum 100 og 150 milliónir krónur í nettoúrsliti fyri árið í ár, hóast virksemið hevur roynst væl teir fyrstu mánaðirnar.

Aðalfundurin verður bildin, tá støðan viðvíkjandi covid-19 er broytt og tað aftur er ráðiligt at savna fólk. Men hetta er tó treytað av, at myndugleikarnir geva neyðugu lógarheimildina, ið loyvir bankanum at avlýsa aðalfundin, skrivar BankNordik í tíðindaskrivi.

Og á aðalfundinum er eisini ætlanin at viðgera ætlaða vinningsbýtið av nýggjum við støði í fíggjarligu støðuni og útlitinum fyri framtíðina, verður sagt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder