Innanlands

BankNordik lækkar rentur fyri bústaðir við varandi orku

BankNordik fer nú at bjóða eitt nýtt, grønt bústaðarlán, sum ger tað bíligari at taka lán til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku – Eisini hevur samtakið sett sær fyri at minka CO2-útlátið frá egnum virksemi við 50% í 2025

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-05 07:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

BankNordik fer nú at bjóða eitt nýtt, grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at taka lán til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku. Harumframt hevur samtakið sett sær fyri at minka CO2-útlátið frá egnum virksemi við 50% í 2025. Átøkini skulu vera við til at styðja upp undir grøna orkuskiftið í føroyska samfelagnum.

Lægsta renta á grøna bústaðarláninum verður 2,45%, og til samanberingar er lægsta renta á vanliga bústaðarláninum í dag 2,75%.

– Vit ráðgeva hvønn dag viðskiftafólkum, ið skulu undir at byggja ella umvæla bústaðin, og sum í tí sambandi skulu velja eina hitaskipan. Okkara leiklutur sum peningastovnur gevur okkum tí góðan møguleika at stuðla viðskiftafólkunum í at velja grønar orkuloysnir, og hesa ábyrgd vilja vit fegin átaka okkum. Við nýggja, grøna bústaðarláninum ber til at velja eina varandi orkuloysn og samstundis fáa eitt bíligari lánsgjald. Á henda hátt vilja vit geva okkara íkast til at seta ferð á grøna orkuskiftið, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Grøn orkuskipan - ein góð íløga fyri umhvørvið og pengapungin

Øll viðskiftafólk, ið hita bústaðin við einari grønari orkuskipan, kunnu frá 1. apríl skifta vanliga bústaðarlánið um við nýggja, grøna bústaðarlánið og harvið fáa eina lægri rentu og eitt bíligari lánsgjald. Grønar orkuskipanir eru hitapumpur – m.a. jarðhiti - og fjarhiti, ið brúkar varandi orku. Tað er ein treyt fyri at fáa grøna bústaðarlánið, at húsarhaldið ikki brúkar oljufýring. Á henda hátt gerst tað ein fyrimunur fyri bæði umhvørvið og pengapungin hjá tí einstaka at velja eina grøna orkuskipan.

Lagalig fígging til orkusparandi ábøtur á bústaðin

BankNordik hevur í fleiri ár veitt orkulán, ið ger tað bíligari hjá viðskiftafólkum at gera orkusparandi ábøtur á bústaðin. Orkulánið fer framvegis at kunna brúkast til t.d. bjálving, nýggj vindeygu og til umlegging frá oljufýring til grøna orkuskipan. Lægsta renta er 1,75%, og til ber at læna í mesta lagi 300.000 kr. Tey, ið vilja skifta oljufýringina út við eina varandi orkuskipan, kunnu sostatt fíggja ta íløguna við orkuláni. Tá ið orkuskipanin er skift, kann vanliga bústaðarlánið leggjast um til eitt grønt bústaðarlán við lægri rentu.

Einki hámark á láni til elbilar

Í 2019 fór bankin undir at bjóða elbillán við serliga lagaligari rentu, samstundis sum
løðingarstøðir til elbilar vórðu settar upp við allar bankadeildir kring landið. Higartil hevur elbillánið havt eitt hámark á 300.000 kr., men tað markið verður nú strikað, og sostatt verður møguleikin at taka lán til elbilar í BankNordik uppaftur betri. Nýggja, grøna bústaðarlánið er tó tann størsta íløgan hjá bankanum í grønu umstillingina higartil.

CO2-útlátið hjá BankNordik skal minka við 50%

Tað eru ikki bara viðskiftafólkini, ið skulu hjálpast á eina grønari kós. Eisini innanhýsis í BankNordik-samtakinum hevur burðardygd fingið alsamt størri týdning. Samtakið mátar CO2-útlátið, ið stavar frá egnum virksemi, og í sambandi við kunngerðina av ársroknskapinum og CSR-frágreiðingini tann 26. februar upplýsti bankin 14 lyklatøl, ið lýsa ta ávirkan, ið virksemið hevur á umhvørvi og fólk. Leiðslan hevur sett sær sum mál at minka CO2-útlátið við 50% í 2025, og hetta skal m.a. røkkast við at skifta allar bilar út við elbilar, við at leggja um til varandi orkuskipanir í bygningum, og við at SEV sum ætlað fer at veita grønari streym komandi árini.

Tey, ið vilja hava meira at vita um nýggja, grøna bústaðarlánið, og møguleikarnar at fáa fígging til umlegging til grønar orkuskipanir, kunnu seta seg í samband við sín ráðgeva í bankanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder