Innanlands

Bakteriur eisini í vatninum á Eystaru Bryggju

Tórshavnar kommuna mælir borgarum í økinum til at kóka vatnið

Tilmæli er um at kóka vatnið í tí øki, sum er víst á hjálagda korti (Mynd: torshavn.fo)

Tilmæli er um at kóka vatnið í tí øki, sum er víst á hjálagda korti (Mynd: torshavn.fo)

2020-07-09 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu E-coli bakteriur funnar í vatninum í Nólsoy, og í dag gjørdist greitt, at smáar nøgdir av bakterium eru í vatninum á Eystaru Bryggju. Tóshavnar kommuna boðar frá, at talan er um eina koliforma og eina e-coli bakteriu pr. 100 ml av vatni.

Tískil verður mælt til at kóka vatnið, og um fólk eru í iva og ótrygg, verður eisini mælt til ikki at drekka ókókað vatn - hetta til onnur boð verða givin.

Tað er serliga e-coli bakterian, sum kann vera vandamikil - serliga fyri smábørn, eldri og veik fólk, skrivar torshavn.fo.

Tólv aðrar kanningar vórðu tiknar í Havn, Hoyvík, á Hjalla og á Argjum og vóru hesar í lagi.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder