Innanlands

Bakkafrost letur væl at útlitunum

Samanumtikið hevur alingin í Føroyum havt góð úrslit. Fiskurin er vaksin væl, lítil trupulleiki hevur verið av laksalús, og góðskan av tikna fiskinum hevur verið sera góð, skrivar Bakkafrost í frágreiðingini fyri triðja ársfjórðing

2020-11-10 09:08 Author image
Innsent
placeholder

Hóast vit eru mitt í eini koronafarsótt, so síttja útlitini hampuliga góð út fyri alirisan Bakkafrost. Í tíðindaskrivi í sambandi við kunngeringina av roknskapinum fyri triðja ársfjórðing, verður sagt soleiðis um útlitini fyri alingina:

Samanumtikið hevur alingin í Føroyum havt góð úrslit. Fiskurin er vaksin væl, lítil trupulleiki hevur verið av laksalús, og góðskan av tikna fiskinum hevur verið sera góð. Miðalstøddin á smoltinum hjá Bakkafrost er alsamt vaksandi og væntast at verða umleið 300g í 2020.

Bakkafrost hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur í at útbyggja smoltstøðir, og smoltstøðin á Strond, sum nú er tikin í fulla nýtslu, er við til at økja munandi um smoltframleiðsluna og -støddina. Afturat hesum er Bakkafrost farið undir at útbyggja smoltstøðirnar á Norðtoftum og í Glyvradali. Við hesum tiltøkum væntar Bakkafrost at náa eina miðalvekt á útsettu smoltunum á 500g í 2022, samstundis sum vakstrartíðin á sjónum styttist niður ímóti 12 mánaðum.

Í Skotlandi mennist alingin so líðandi, og batar eru at síggja í høvuðslyklatølunum. Í hesum ársfjórðinginum hevur fellið tó verið væl hægri enn vanligt, orsakað av lívfrøðiligum avbjóðingum, sum millum annað stóðust av óvanliga nógvum regni og áarføri í august. Søguliga sæð er triði ársfjórðingur ein sera avbjóðandi ársfjórðingur í alingini í Skotlandi. Hetta mynstrið fer væntandi at halda fram, til Bakkafrost hevur gjørt ætlaðu íløgurnar í millum annað tríggjar smoltstøðir í Skotlandi, ið kunnu tryggja stór smolt eins og í Føroyum. Úrslitið av hesum íløgunum verður væntandi kollveltandi fyri alingina í Skotlandi.

Í ár væntar Bakkafrost at taka 50.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 39.000 tons í Skotlandi. Í 2021 verða væntandi 62.500 tons av laksi í kruvdari vekt tikin í Føroyum og 44.000 tons í Skotlandi.

Samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í ár verður væntandi 14,7 milliónir smolt í Føroyum og 10,7 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanberingar var útsetingin í Føroyum 12,7 milliónir smolt í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi vóru 12,4 milliónir smolt sett út í 2019 og 8,6 milliónir í 2018. Tal og miðalvekt av sjósettum smolti eru týðandi fortreytir fyri at kunna meta um framtíðar tøku. Bæði útseting og tøka eru treytað av lívfrøðiligu gongdini. 

Íløgur
Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022 er áljóðandi 1,8 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at minka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.

Samanumtikið er Bakkafrost væl áleiðis við íløguætlanini. Smoltstøðin á Strond er liðug, og ætlaðu útbyggingarnar av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali eru byrjaðar og fara økja um smoltstøddina og -nøgdina í 2022.

Í øðrum ársfjórðingi skrivaði Bakkafrost undir sáttmála um at byggja ein nýggjan brunnbát á 7.000 m3. Hesin verður útgjørdur við hybrid-tøkni fyri at minkað um CO2-útlátið og minka orkunýtsluna. Biogassverkið Förka er eisini  týdningarmikil liður í at tryggja burðardyggan vøkstur. Biogassverkið ger tað møguligt at framleiða grøna orku burtur úr vaksandi nøgdunum av lívrunnum burturkasti og skarni, sum kemst av vaksandi virkseminum. Á henda hátt minkar Bakkafrost um árliga CO2-útlátið við umleið 11.000 tonsum.

Afturat íløguætlanini í Føroyum ætlar Bakkafrost at gera árligar íløgur fyri umleið 350-400 milliónir krónur í Skotlandi tey næstu 5 árini. Ein stórur partur av hesum fer til útbygging av 3 smoltstøðum í Skotlandi, harav tann fyrsta verður smoltstøðin við Applecross. Hendan smoltstøðin verður munandi útbygd og eisini umbygd til at nýta somu tøkni til reinsing og endurnýtslu av vatni, sum verður nýtt á føroysku smoltstøðunum hjá Bakkafrost. 

Fíggjarliga støðan
Hóast stóru óvissuna, ið stendst av koronafarsóttini, eru langtíðarútlitini fyri altjóða laksamarknaðin til fyrimuns fyri Bakkafrost. Bakkafrost hevur longstu virðisketuna í vinnuni og kann við hesari framleiða hágóðskulaks til lágan framleiðslukostnað. Hettar gevur ein avgerandi kappingarfyrimun og størri fíggjarligan smidleika framyvir.

Í fjórða ársfjórðingi 2019 endurfíggjaði Bakkafrost alt samtakið við EUR 352 milliónum til føroyska virksemið umframt møguleika til EUR 150 milliónir í eykafígging um neyðugt. Afturat hesum er virksemið í Skotlandi fíggjað við GBP 100 milliónum.

Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð bankafígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman. 

Covid-19 farsóttin
Bakkafrost hevur ein týðandi leiklut í at tryggja heilsugóðan mat til vaksandi fjøldina í heiminum. Hesin leiklutur er serliga týdningarmikil í truplu støðuni í heiminum, ið kemst av Covid-19 farsóttini.

Við teimum tiltøkum, ið eru gjørd fyri at verja starvsfólkini, er føroyska framleiðslan hjá Bakkafrost ikki tarnað munandi av farsóttini, meðan framleiðslan í Skotlandi er tarnað í avmarkaðan mun. Broytingar eru gjørdar nógvastaðni í fyritøkuni fyri at minka um smittuvandan og tryggja møguleikarnar fyri at kunna halda frástøðu. Eisini eru øll starvsfólk í Føroyum boðin regluligar, ókeypis Covid-19 kanningar síðan apríl mánað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder