Bakkafrost aðalfund í hesi vikuni

Størsta felagið í Føroyum, Bakkafrost, hevur ársaðalfund fríggjadagin 9. apríl

Nevndarformaðurin Rúni M. Hansen og stjórin Regin Jacobsen. (Mynd: Jens Kr. Vang

Nevndarformaðurin Rúni M. Hansen og stjórin Regin Jacobsen. (Mynd: Jens Kr. Vang

2021-04-06 10:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Síðani 2010 hevur føroyska alifyritøkan Bakkafrost verið skrásett á keypsskálanum í Oslo. Sum skrásett felag á keypsskálanum kunnu partabrøvini keypast og seljast hvønn dag. Tað eru fleiri túsund eigarar í Bakkafrost.

Størsti eigari í Bakkafrost er Norski Folketrygdfonden, sum eigur sløk 10% av felagnum.  Onnur, sum eiga meira enn 5 prosent av felagnum, eru millum annað Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sum eigur 7,8% og Oddvør Jacobsen, sum eisini eigur 7,8%.  

Tað er aðalfundurin, sum er hægsti myndugleikin í felagnum.  Aðalfundurin skal millum annað taka støðu til vinningsbýtið, sum í ár er 216 mió.  krónur, og síðani val av nevnd og nevndarformanni.

Nevndarformaður á Bakkafrost er Rúni M. Hansen. Hann hevur verið nevndarformaður síðani 2009.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder