Avstralska stjórnin stuðlar uppskotinum um at strika Andrew Mountbatten-Windsor úr bretsku arvafylgjuni, sigur avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese í brævi til bretska forsætisráðharran, Keir Starmer.
Sambært BBC váttar Albanese, at "mín stjórn fer at taka undir við einhvørjum uppskoti um at strika hann úr arvafylgjuni".
– Tað eru álvarsligar ákærur, og avstraliar taka tær í álvara, sigur hann.
Andrew Mountbatten-Windsor, beiggi Charles kong, misti í fjør heitið sum prinsur orsakað av samband hansara við kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein. Í hesum sambandi verður hann í løtuni kannaður fyri embætismisnýtslu.
Les eisini: Kann missa sítt pláss í arvafylgjuni
Hósdagin í farnu viku var fyrrverandi prinsurin handtikin. Hóast hann er leyslatin aftur, verður hann framvegis kannaður av løgregluni, skrivar Ritzau.
Charles kongur segði, eftir at bróðir hansara varð handtikin, at lógin má ráða, og hesum tekur Anthony Albanese undir við, skrivar hann í brævið til Keir Starmer.
Um arvafylgjan til bretsku trónuna skal broytast, er neyðugt, at tað verður gjørt í samráð við tey londini, har bretski kongurin er ríkisovasti - Stórabretland, Norðurírland og 14 onnur sjálvstøðug Commonwealth-lond, m.a. Avstralia og Kanada.
Eisini krevst ein lógarbroyting, samtykt av bretska tjóðartinginum.
Andrew Mountbatten Windsor er nummar átta í bretsku arvarøðini eftir William prinsi, børnum hansara, og Harry prinsi og børnum hansara.
Les eisini: Løgreglan skal tosa við lívverjar hjá fyrrverandi prinsi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald