Bretska løgreglan fer at tosa við lívverjar hjá fyrrverandi bretska prinsinum, Andrew Mountbatten-Windsor í sambandi við, at hann verður kannaður fyri møguliga embætismisnýslu í sambandi við, at hann skal hava givið viðari loynilig skjøl til kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.
Løgreglan vil finna útav, um lívverjarnir hjá fyrrverandi prinsinum hava sæð ella hoyrt nakað, sum kann hava týdning fyri málið.
Eisini verður kannað, um floghavnir í London hava verið brúktar í sambandi við menniskjahandil og kynsliga misnýtslu í sambandi við málið, skrivar Ritzau.
Fyrrverandi prinsurin varð handtikin hósmorgunin og leyslatin aftur sama kvøldið.
Í fjør misti Andrew Mountbatten-Windsor øll síni kongaligu heiti orsakað av sambandi hansara við Epstein og ákærur um ágang móti avstralsku kvinnuni Virginia Giuffre.
Semja varð gjørd millum Giuffre og Andrew Mountbatten-Windsor í 2022, og er fyrrverandi prinsurin sostatt ongantíð dømdur og hevur ongantíð játtað seg sekan í áganginum. Virginia Giuffre doyði fyri egnari hond á vári í fjør.
Les eisini: Kann missa sítt pláss í arvafylgjuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald