Innanlands

Avlýsir ikki jólaborðhaldini

Bjarni á Steig sigur at vit hava lært, og brúka vit saman leist sum til konfirmatiónirnar, metir hann tað ikki vera neyðugt at útseta árliga jólaborðhaldið

Bjarni á Steig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni á Steig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-10-29 21:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hvussu verður við jólaborðhaldinum, eru nógv sum hava spurt um seinastu mánaðirnar. Og nú eru vit við at vera har, tí um smáar tveir mánaðir er jólaaftan.

Bjarni á Steig, yvirlækni, heldur ikki at tað er neyðugt at avlýsa, men hann heitir á fólk um at vera varin. Tað segði hann í Degi og viku í kvøld.

- Vit hava lært. Taka vit konfirmatiónirnar, sum fyrst vóru útsettar og síðani skipaðar - har kom einki smittuútbrot. So leisturin man hevur valt sær til konfirmatiónirnar, kann man brúka til jólaborðhaldini eisini.

- Tað er at halda seg til tey, sum man er saman við í minni bólkum. Hinvegin eru stóru tiltøkini eru ikki ráðilig, metir Bjarni á Steig.

Hann mælir til, at ungdómur, sum kemur heim á jólum letur seg kanna á sætta degi, og heldur tilmælini vit hava í Føroyum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder