Innanlands

Avgerðarrætturin um hernaðar- og trygdarmál til fyrstu viðgerð

Hetta uppskotið kemur frá Tjóðveldi og er komið á skránna vikuna eftir, at málið við radaranum á Sornfell kom fram. Heimið til børn og ung við autismu og broyting í løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya í mun til inntøkur frá ríkisveiting verða eisini viðgjørd, áðrenn tey verða beind í nevnd

Tjóðveldi hevur sett fram uppskot til samtyktar um, at einans Føroya fólk og Løgtingið skulu hava avgerðarrættin, tá tað snýr seg um hernaðar- og trygdarmál

Tjóðveldi hevur sett fram uppskot til samtyktar um, at einans Føroya fólk og Løgtingið skulu hava avgerðarrættin, tá tað snýr seg um hernaðar- og trygdarmál

2021-02-17 08:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tingfundur verður í dag, har fýra fyrstu viðgerðir og tvær framløgur eru á skránni.

Fyrsta málið, ið skal til viðgerðar, er um eitt evni, ið nógv frammi fyri tíðina. Tað er eitt uppskot til samtyktar, sum snýr seg um at einans Føroya fólk og Løgtingið skulu hava avgerðarrættin, tá tað snýr seg um hernaðar- og trygdarmál.

Tað er Tjóðveldi, ið hevur sett uppskotið fram. Tað varð latið tinginum fyri tveimum mánaðum síðani og kemur nú á tingskránna í kjalarvørinum av. at danir ætla at seta radara upp á Sornfelli - nakað sum fleiri føroyksir politikkarar ikki vóru kunnaðir um. Málið skal í Uttanlandsnevdina, eftir at tað hevur verið til fyrstu viðgerð. 

Les eisini: 
Donsk semja um radara á Sornfelli
Helgi Abrahamsen: Tað eru ikki vit sum eiga avgerðina um radaran
Trine Bramsen: Føroyar kunnu siga nei til radara

Síðani verða tvey mál viðgjørd undir einum, áðrenn tey verða beind í Fíggjarnevndina. Talan er eisini um mál, ið Tjóðveldi hevur sett fram. Tey snúgva seg um broyting í Løgtingslóg, so at inntøkur frá ríkisveitingini kunnu flytast til donsku stjórnina, og skiftisskipan til at gera fíggjarlóg landsins óhefta av ríkisveitingini.

Tað seinasta málið, ið skal til fyrstu viðgerð í dag, snýr seg um øktar útreiðslur til verkætlanina við at byggja eitt bú- og umlættingarheim í Tórshavn til ung og børn við autismu. Lógaruppskotið skal viðgerast, og játtan skal fáast til vega, so at landstýriskvinnan í almannamálum fær heimild at fara undir at byggja skjótast gjørligt 

- Eg eri sera spent uppá at fara undir byggingina av heiminum til børn og ung við autismu. Hetta er fyrstu ferð, bygt verður til júst henda málbólk, og tørvurin er ovurstórur

Hetta sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur á heimasíðuni hjá Almannaráðnum. 

Av tí at prísurin var nógv hægri, enn upprundaliga kostnaðarmetingin, gjørdi landsstýriskvinnan av at havna lisitatiónini, og arbeitt hevur verið við spariuppskotum, tó uttan at tað skuldi ganga út yvir funktiónirnar og virksemið í heiminum. Tá arbeiðið varð boðið út av nýggjum, vóru tilboðini lægri enn kostnaðarmetingin.

Tingfundurin byrjar klokkan ellivu. Til ber at síggja alla skránna, lesa meira um málini og fylgja við á logting.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder