Innanlands

Átta milliónir afturat til Talgildu Føroyar

Pengarnir skulu millum annað brúkast til at menna eina virkisskrá og fleiri tænastur á Vanganum

Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri fyri Talgildu Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri fyri Talgildu Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-17 11:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur sent løgtinginum uppskot um at hækka útreiðslurnar til Talgildu Føroyar verkætlanina.

Útreiðslurnar verða hækkaðar úr 145 milliónum krónum, og upp í 153 milliónir krónur.

Tá er allur kostnaðurin fyri verkætlanina, sum kommunur og partafeløg eisini rinda, taldur við. Útreiðslurnar hjá landsstýrismanninum fara úr 85 milliónum og upp í 93 milliónir krónur.

Pengarnir skulu brúkast at eina virkisskrá, gera nýggja heildarætlan fyri Talgildu Føroyar og menna fleiri tænastur á Vanganum.

10.879 føroyingar brúka Samleikan, sum er innritanin av Talgildu Føroyar-verkætlanini, sum fór av bakkastokki 27. oktober í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder