Innanlands

Átta mánaðar fongsulsrevsing fyri neyðtøku

Ein 27 ára gamal maður, sum í Føroya rætti fekk hálvt árs fongsulsrevsing fyri neyðtøku, fekk í farnu viku herda revsing í Landsrættinum – Hann skal nú inn at sita í átta mánaðir

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-31 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku fekk ein 27 ára gamal maður átta mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing í Eystara Landsrætti fyri neyðtøku av einari javngamlari kvinnu.

Maðurin hevði fingið hálvt árs fongsulsrevsing í Føroya rætti, og er talan sostatt um eina herda revsing, skrivar Føroya Politi í tíðindaskrivi.

Maðurin er dømdur fyri at hava neyðtikið kvinnuna, sum er fyrrverandi unnusta hansara, meðan hon svav.

Í sambandi við málinum, hevði Landsrætturin eisini høvi at taka støðu til, um herðingin av revsingini fyri kynslig brotsverk, sum kom í gildi í Danmark í 2016, eisini er galdandi í Føroyum. Men í Landsrættinum varð boðað frá, at mann ikki uttan fráboðan frá myndugleikunum kann herða revsingina í Føroyum.

Michael Boolsen, fúti, sigur, at hann er nøgdur við dómin, undir núverandi umstøðum, og er ásetingin av slíkari treytaleysari fongsulsrevsing eitt greitt tekin um, at samfelagið ikki góðtekur slíkan atburð.

– Eg vóni, at hesin dómurin er við til at fáa fólk at hugsa seg væl um, hvussu tey bera seg at, tá hetta málið tíverri ikki er eitt eindømi, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder