2023-03-20 10:47

Átta mál eru á skránni í løgtinginum í dag.
Talan er um fýra 1. viðgerðir, ein 2. viðgerð, og tríggjar 3. viðgerðir.
Tey málini, sum skulu til 3. viðgerð í dag snúgva seg um at hækka játtanina til bygging av búheiminum og umlættingarheiminum til børn og ung við autismu, og um at yvirtaka farsóttarmálsøkið.
Hini uppskotini snúgva seg m.a. um hjálparískoyti til sperdar familjur og hækking av familjuískoytinum, um almennu talgildu skipanina Mínboks og um talgilda samleikakortið.
Dagsins tingfundur verður klokkan 11. Øll skráin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald