Mentan

Átta listafólk sýna fram á Ljósfest

Listaframsýning verður í hølinum hjá Suðuroyar Sparikassa í Vági 12. august

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2023-08-07 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at Ljósfest verður í Vági 12. august, verður listaframsýning í hølinum hjá Suðuroyar Sparikassa.

Tað eru bæði lokal listafólk í Vági og listafólk norðanfjørðs, sum sýna fram, skrivar Vágs kommuna.

Lokalu listafólkini eru Svend Erik Stenberg, Ulla Bærendtsen, Sigmund Andreasen, Mikala Vilhelm og Tummas Vilhelm. Jákup Hjaltalin, sum býr í Havn men hevur ættarbond í Suðuroynni, luttekur eisini. Umframt lokalu listafólkini fara Finleif Mortensen og Lív Arge eisini at sýna fram.

– Finleif Mortensen er kendur fyri sínar vøkru náttúrumyndir. Tað er eisini her hann fer íblástur sum listafólk. Hann málar bæði landsløg, men eisini eisini meira abstrakt. Finleif hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum, men eisini er hann javnan í Danmark við síni list. Finleif Mortensen byrjaði sína yrkisleið sum listamálri á Ólavsøkuframsýningini í 1985.

– Hin er Lív Arge úr Hoyvík. Hon er uppvaksin í Havn og hennara stílur er meira ekspermiterandi og abstraktur, við íblástri úr føroysku náttúruni og heimliga umhvørvinum. Lív hevur m.a. útstillað á Ólavsøkuframsýningini, Smiðuni í Lítluvík og hjá Lions.

Listaframsýningin er í ovaru hædd á høvuðssætinum hjá Suðuroyar Sparikassa. Inngongdin er millum Sparikassan og Vágs Litbúð. Opið er frá klokkan 13-17, og møguleiki er at keypa listaverkini. Bjarni Johansen, borgarstjóri, setur listaframsýningina, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder