Uttanlands

Atsókn í Nice líkist yvirgangi

Minst ein persónur er dripin í álopi nærhendis dómkirkjuna í suðurfranska býnum

Dómkirkjan í Nice (Mynd: Google)

Dómkirkjan í Nice (Mynd: Google)

2020-10-29 09:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein persónur er handtikin eftir eitt álop við knívi í suðurfranska býnum Nice. Borgarstjórin í býnum sigur, at talan er um yvirgangsálop.

Okkurt, ið kann líkjast einum yvirgangsálopi er farið fram í Nice í morgun. Álopið fór fram við Nortre Dame dómkirkjuna í miðbýnum í suðurfranska býnum.

Franska tíðindastovan AFP upplýsti fyri løtu síðani, at ein persónur hevur latið lív. Viðkomandi skal vera skorin á háls inni í kirkjuni, upplýsir ein óváttað kelda. Aðrar keldur siga, at tvey fólk hava latið lív.

Okkurt bendir á, at talan er um eina atsókn vend móti katólska samfelagnum, upplýsir nrk.no.

Borgarstjórin í Nice, Christian Estrosi, skrivar á Twitter, at talan er um yvirgang.

Orsaka av koronastøðuni, eru ikki nógv fólk at síggja á gøtunum í miðbýnum í Nice í hesum døgum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder