Mentan

Atlantic Fair letur upp í morgin

Í morgin letur Føroya størsta vinnustevna, Atlantic Fair, hurðarnar upp í báðum ítróttarhallunum í Klaksvík

2022-05-16 14:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 10 í morgin letur vinnustevnan Atlantic Fair á tíggjunda sinni dyrnar upp fyri almenninginum. 191 fyritøkur úr 17 londum eru umboðaðar.

Klokkan 10.30 verður sjálv setanin, har Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, bjóðar vælkomin, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, síðani setur messuna.

Messan hevur opið týsdagin og mikudagin frá klokkan 10 til 17, og hósdagin frá klokkan 10 til 16.

Tilsamans nýggju fyrilestrar verða eisini hesar tríggjar dagarnar. Eitt nú í morgin eru tað Jákup Bech Jensen, Rógvi Olavson, og Johnny í Grótinum, sum saman við Katrine Zacho og Majbritt Skov hava fyrilestrar.

Yvirlit yvir allir fyrilestrarnir eru at finna á heimasíðuni hjá Atlantic Fair www.fair.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder