Uttanlands

Atkvøða um misálit á Boris Johnson í kvøld

Boris Johnson hevur leingi verið fyri atfinningum orsakað av sonevndu partygate-gøluni, og skal hann halda fram sum floksformaður og forsætisráðharri skal hann tryggja sær meiriluta á atkvøðugreiðsluni hjá konservativa flokkinum í kvøld

Boris Johnson hevur verið forsætisráðharri síðan juli 2019 (Savnsmynd)

Boris Johnson hevur verið forsætisráðharri síðan juli 2019 (Savnsmynd)

2022-06-06 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Konservativi flokkurin í Stórabretlandi skal í dag taka støðu til, um hann hevur álit á formanninum og forsætisráðharranum, Boris Johnson.

Atkvøðast skal um misálit í kvøld millum klokkan 18 og 20, skrivar Ritzau.

Boris Johnson hevur leingi verið fyri atfinningum orsakað av sonevndu partygate-gøluni, sum snýr seg um veitslur, sum vórðu hildnar á bretskum stjórnarskrivstovum, meðan landið varð afturlatið orsakað av koronu, og tað ikki varð loyvt at savnast fleiri enn tvey fólk.

Talsfólk hjá Boris Johnson sigur, at ein slík atkvøðugreiðsla um misálit er bretska forsætisráðharranum kærkomin, tí tað gevur honum møguleikan at koma við einari frágreiðing, so ein endi kann fáast á spekulatiónunum, sum hava fylt nógv seinastu mánaðirnar.

Andstøðan hevur kravt, at Boris Johnson leggur frá sær, men hóast hann hevur biðið um umbering, hevur hann noktað at gjørt hetta.

Løgreglan hevur í sambandi við veitslurnar givið yvir 120 bøtur, og hevur forsætisráðharrin sjálvur fingið eina bót fyri at hava hildið føðingardagsveitslu í juni 2020.

Atkvøðugreiðslan í kvøld er loynilig, og er neyðugt hjá Boris Johnson at tryggja sær stuðul frá í minsta lagi 180 av teimum 357 konservativu limunum í bretska tinginum. Eydnast hetta ikki, noyðist hann at leggja frá sær sum floksformaður og forsætisráðharri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder