Innanlands

Ársins Sálarheilsuvirðisløn verður hanðað í morgin

Verður latin fyri triðju ferð

Fountainhúsið fekk sálarheilsuvirðislønina í fjør

Fountainhúsið fekk sálarheilsuvirðislønina í fjør

2019-10-09 17:42 Author image
Tíðindaskriv

Fyri triðju ferð verður ein sálarheilsuvirðisløn latin. Hon verður latin til ein einstakling ella bólk.

Tað verður í annaðkvøld klokkan 18:30.

Almenningurin, einstaklingar og feløg hava haft høvi at skjóta upp, hvør hevur hendan heiður uppibornan. Endamálið við eini slíkari Sálarheilsuvirðisløn er, at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsu fremjandi. Høvi er til at skjóta einstaklingar og bólkar upp, vísandi til tiltøk, sum verða framd kring alt landið.

Ein óheft dómsnevnd hevur síðani gjørt av, hvør skal hava heiðurin av at fáa virðislønina, út frá innkomnu uppskotunum.

Handanin av ársins sálarheilsuvirðisløn verður klokkan á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum verður hildin í Østrøm í Tórshavn. Virðislønin verður handað av landsstýrismanninum við heilsumálum. 

Martin Kúrberg fekk sálarheilsuvirðislønina fyrstu ferð, og Fountainhúsið fekk hana í fjør.

placeholder
placeholder