Innanlands

Arbeiðsloysið 1,2 prosent í juni

Arbeiðsloysið í juni svarar til 347 fulltíðararbeiðsleys – Tað er nakað minni enn sama mánað í fjør, tá arbeiðsloysið var 1,8 prosent

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-31 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í juni mánað var arbeiðsloysið í Føroyum 1,2 prosent, skrivar Hagstovan.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásettir hjá ALS og Almannaverkinum, sum ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsloysið í juni svarar til 347 fulltíðararbeiðsleys, og tilsamans vóru 430 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið í juni 2021 var lægri enn í juni 2020, har arbeiðsloysið var 1,8 prosent.

Í juni í fjør var arbeiðsloysið hjá avíkavíst monnum og kvinnum 1,8 prosent og 1,5 prosent, men í juni í ár var tað 1,2 prosent hjá báðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder