Tað vóru nakað fleiri arbeiðsleys í Føroyum í januar mánaða, enn tað vóru í mánaðunum frammanundan - teimum seinastu fýra mánaðunum í 2020.
Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni, ið eru komin við í vikuni.
Í januar 2020 var arbeiðsloysi 1,1. Eftir at korona rakti, fór talið upp ímóti tveimum prosentum - tað var 1,8 prosent í mai, juni og juli.
Síðani fór tað nakað niður aftur. Fyrsta mánaðin í ár var tað tó tað hægsta, ið tað hevur verið síðani á hásumri í fjør. Tó er ikki talan um nakað høgt tal: 1,5 prosent, ið svarar til 437 fólk. Hetta er 1,6 prosent av konufólki í aldrinum 16 til 66, sum eru skrásett sum arbeiðsleys hjá ALS og Almannaverkinum, og 1,4 prosent av mannfólki.
Arbeiðsloysi er framvegis størst í Suðuroynni. Har eru 2,4 prosent arbeiðsleys. Í Eysturoynni og í Norðoyggjum er talið júst eitt prosent.
Til ber at síggja øll tølini á heimasíðuni hjá Hagstovuni
Innanlands
Arbeiðsloysi í januar var 1,5 prosent
Hetta svarar til 437 fólk og er eitt sindur omanfyri tað, sum talið var seinastu mánaðirnar í 2020. Tað er 0,4 prosent hægri enn júst eitt ár frammanundan. Størst er talið í Suðuroynni - 2,4 prosent.
Mynd: Sverri Egholm
2021-04-02 12:36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald