Innanlands

Arbeiðsbólkur mælir til at veita ungum við sálarligum avbjóðingum ókeypis viðgerð

Bólkurin mælir m.a. til at farið verður undir eina 3 ára royndarskipan undir Heilsutrygd

Mynd: Heilsu- og innlendismálaráðið

Mynd: Heilsu- og innlendismálaráðið

2019-06-19 14:18 Author image
Ari av Rana

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, gjørdi um ársskiftið av at seta ein arbeiðsbólk undir leiðslu av Heilsu- og innlendismálaráðnum til at gera tilmæli um skipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð.

Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt spurningin um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð á fleiri fundum í vár har tað eisini hava verið fundir við avvarðandi partar, skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið. Yvirskipað er niðurstøðan og tilmælið hjá bólkinum soljóðandi:

  • Stórir bólkar av menniskjum við sálarligum avbjóðingum fáa ikki hjálp. Tað hevur stórar avleiðingar fyri hin einstaka, avvarðandi og eisini er samfelagsligi kostnaðurin stórur
  • Arbeiðsbólkurin mælir til, at farið verður undir eina 3 ára royndarskipan undir Heilsutrygd við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð fyri ung og vaksin í aldrinum 15-35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi. Kommunulækni skal ávísa til skipanina.
  • Metti kostnaðurin av royndarskipanini er í miðal 3 mió. krónur um árið í trý ár.

Í arbeiðsbólkinum hava sitið Fróði Jacobsen fyri Heilsu- og innlendismálaráðið, sum varð formaður. Annika Helgadóttir Davidsen og Suni Poulsen umboðaðu Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, og Petur Martin Hansen umboðaði Heilsutrygd. Í tilgongdini hevur arbeiðsbólkurin havt fundir við umboð fyri Sinnisbata, Barna- og ungdómspsykiatriina, Sernám og umboð fyri kommunulæknarnar.

Bakgrundin fyri arbeiðinum er Heildarætlanin fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum varð handað landsstýriskvinnuni hin 10. oktober 2018. Eitt av tilmælunum, snýr seg um at veita ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Tilmælið er soljóðandi:

Arbeiðsbólkurin mælir til, at farið verður undir at skipa eitt tilboð um lætta og skjóta atgongd til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð í primera geiranum. Tilboðið skal grundast á bestu royndirnar frá øðrum londum og verða lagað til føroysk viðurskifti. Til ber at byrja í smáum, eins og gjørt verður í okkara grannalondum Onglandi, Noregi og Danmark.

placeholder
placeholder