placeholder
Innanlands

Arbeiðið byrjar væntandi fyrst í komandi ári

Arbeiðið at umvæla norðara enda av Nýggjavegi í Miðvági varð boðið út mikudagin, og inn komu fýra tilboð

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2022-11-19 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin var lisitatión á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í Sandavági, har arbeiðið at umvæla og gera broytingar á norðara enda av Nýggjavegi í Miðvági varð boðið út.

Sambært Vága kommunu komu fýra tilboð inn, og fer umsitingin nú at kanna tey og leggja tey fyri býráðið til støðutakan.

Tey fýra tilboðini, sum komu inn vóru:

  • Grevstur og Planering v/ Eggaba Andreasen: Kr. 1.256.970,00
  • Sp/f Maskingrevstur v/ Allan H. Hansen: Kr. 1.263.700,00
  • Erhard Dam: Kr. 1.285.700,00
  • Sp/f Deskon v/ Dánial Johansen: Kr. 2.809.382,40

Talan er um eitt mál, sum hevur ligið í nógv ár, men sum býráðið setti sær fyri at fáa avgreitt, og heimasíðan hjá Vága kommunu skrivar, at býráðið fegnast um, at verkætlanin endiliga fer at koma á mál.

Væntandi byrjar arbeiðið uppá Nýggjaveg fyrst í komandi ári.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder