Innanlands

Arbeiðið á Ólavsvegi er avhendað

Tey níggju grundøkini á Ólavsvegi eru avhendað Nes kommunu

Súni í Hjøllum, borgarstjóri og Rúni Petersen frá JHR (Mynd: Nes kommuna)

Súni í Hjøllum, borgarstjóri og Rúni Petersen frá JHR (Mynd: Nes kommuna)

2022-06-01 06:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið uppá at gera vegin til níggju grundøki á Ólavsvegi var liðugt í vár, og í gjár varð avhendingarskjalið undirskrivað av Rúna Petersen frá JHR og Súna í Hjøllum, borgarstjóra.

Nes kommuna avgjørdi í fjørvár at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá JHR v/Høgna og Rúna Petersen. Tilboðið var á 1,9 mió. kr. Nes kommuna hevur sjálv staðið fyri at leggja ávísar leiðingar. Nú arbeiðið varð avhendað í dag, var samstundis staðfest, at arbeiðið hevur gingið væl og at tilboðskostnaðurin hevur hildið.

Teknistovan í Gøtu v/Henning Olsen og Jens Kl. Jacobsen hevur havt teknisku vegleiðingina og eftirlitið við arbeiðnum fyri Nes kommunu.

Grundøkini koma á sølulistan í morgin, 2. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder