Uttanlands

Arabiskt rúmdarfar ávegis til Mars

Eitt rúmdarfar úr Sameindu Arabisku Emiratunum er ávegis til Mars, eftir eina væleydnaða rakettuppsending úr Japan mánamorgunin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-20 11:55 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Eitt rúmdarfar úr Sameindu Arabisku Emiratunum er ávegis til Mars, eftir eina væleydnaða rakettuppsending úr Japan mánamorgunin, skrivar NRK.

Rúmdarfarið skal kanna ovara lofthavið yvir Mars og hava eftirlit við veðurlagsbroytingum meðan tað ferðast kring gongustjørnuna í minsta lagið í tvey ár.

Rúmdarfarið “Amal” skal brúka sjey mánaðir uppá, at ferðast til reyðu gongustjørnuna, og skal eftir ætlan náa Mars á 50 ára degnum hjá Emiratunum.   

Hetta er fyrsta rúmdarferð hjá arabiska heiminum til eina aðra gongustjørnu. Uppsendingin við japansku rakettini H-IIA skuldi eftir ætlan verða 15. juli, men varð útsett í fimm dagar orsaka av ringum veðri.   

Á Mohammed bin Rashid Space Center í Dubai vóru fólk savnað frammanfyri stórskíggjar tá rakettin varð send avstað í Japan.

Stjórnin í Emiratunum sigur, at rúmdarfarið virkar eftir ætlan, eftir at tað var sent avstað.

Tað er Mitsubishi, ið hevur bygd sjálva rakettina, ið førir rúmdarfarið út í rúmdina. Tey siga at uppsendingin gekk eftir ætlan, og at “Amal” skilti seg frá síðstu berara rakettini yvir Stillahavið 56 minuttir eftir hon var send avstað.

Tvær nýggjar rakettuppsendingar eru í væntu úr Tanegashima Space Center komandi dagarnar. Tað eru USA og Kina, ið standa fyri teimum. Í 2024 skal Japan eftir ætlan senda sítt egna rúmdarfar móti Mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder