Uttanlands

Apupokur verða neyvan ein heimsfarsótt

WHO metir ongan vanda vera – fyrsti persónur við apupokum er nú deyður í Nigeria

2022-05-31 12:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimsheilsustovnurin, WHO, roknar ikki við, at spjaðingin av apupokum gerst ein farsótt. Tað sigur Rosamund Lewis, sum er leiðari í arbeiðinum við apupokum hjá WHO.

- Vit vita ikki, men vit halda tað ikki. Júst nú óttast vit ikki eina heimsfarsótt, segði Lewis í gjár.

Seinasta mánaðin eru funnir umleið 300 tilburðir av apupokum, harav størsti parturin úr londum, ið ikki áður hava havt tilburðir við apupokum.

WHO hevur umhugsað um sjúkan skal flokkast sum ein altjóða hóttan, sum hevði gjørt tað lættari at skunda undir granskingina og fíggja arbeiðinum við at finna mátar at forða spjaðingini.

Sjúkan er óvanlig, og finst mest í frumskógarøkinum í Vestur- og Miðafrika. Higartil eru bert einstakir tilburðir av apupokum funnir í Evropa, skrivar finska kringvarpið, YLE.

Vanligasta smittan til fólk er frá dýrum, men apupokur kunnu eisini spjaðast við tøttum sambandi millum fólk. Tað krevst tætt samband fyri at virussið skal berast víðari, og kynsligt samband við smittaðar persónar er tí ein vandi. Men enn er óvist nágreiniliga hvussu smittan flytir seg.

Sambært Rosamund Lewis hjá WHO, er enn óvist hvussu virussið hevur funnið nýggjar smittuvegir, og hvussu persónar, sum hava fingið smittuna av ókendari orsøk, kunnu smitta onnur.

Vanligastu eyðkennini av apupokum eru fepur, hovnir eitlar og útbrot við bløðrum. Oftast grøðist sjúkan aftur av sær sjálvum.

Í gjár boðaðu myndugleikarnir í Nigeria frá fyrsta deyðstilburðinum við apupokum. Ein 40 ára gamal persónur við aðrari sjúku, doyði sunnudagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder