Uttanlands

Vil hava færri ráðharrar í nýggju stjórnini

25 ráðharrar er ov nógv, heldur Lars Løkke Rasmussen, virkandi uttanríkismálaráðharri og formaður í Moderatunum

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum og virkandi uttanríkismálaráðharri (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum og virkandi uttanríkismálaráðharri (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

2026-05-26 17:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Virkandi danska stjórnin hjá Sosialdemokratunum, Vinstra og Moderatunum hevur 25 ráðharrar, og ein komandi stjórn skal hava færri, heldur virkandi uttanríkismálaráðharrin og formaðurin í Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen.

Sambært donskum miðlum vil hann royna at fáa eina stjórn við færri aðalráðum, men so langt eru samráðingarnar ikki komnar enn, sigur hann og leggur afturat, at tað er forsætisráðharrin, sum sjálvur skipar sína stjórn.

Sambært Ritzau er talið á ráðharrum í núverandi stjórnini methøgt. Gamla metið hevði fyrra stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen, sum frá 1993 til 1994 hevði 24 ráðharrar.

Síðan 1953 hava í miðal verið 19-20 ráðharrar í skiftandi stjórnunum.

Sosialdemokratarnir, Radikali Vinstraflokkurin, Moderatarnir og Sosialistiski Fólkaflokkurin samráðast í løtuni um at skipa stjórn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder