Uttanlands

Apupokur: Flestu tilburðirnir staðfestir í Stórabretlandi, Spania og Portugal

2. juni vórðu 780 tilburðir staðfestir í londum, har sjúkan vanliga ikki finst, og veruliga talið er helst hægri, sigur Heimsheilsustovnurin, sum tó ikki metir, at sjúkan er til stóran vanda fyri almennu fólkaheilsuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-06 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í seinastu uppgerðini hjá Heimsheilsustovninum, WHO, sum vísir tøl fram til 2. juni, framgongur, at 780 tilburðir av apupokum eru staðfestir í londum, har sjúkan vanliga ikki finst.

Talan er um trífalt so nógv, sum vórðu staðfest fyri einari viku síðani, og sambært DR metir Heimsheilsustovnurin, at veruliga talið er hægri.

Mett verður tó ikki, at vandin fyri almennu fólkaheilsuna er stórur.

Teir 780 tilburðirnir eru staðfestir í 27 londum millum 13. mai og 2. juni.

Stórabretland, Spania og Portugal hava staðfest flestu tilburðirnir – ávikavíkst 207, 156 og 138.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder