Innanlands

Annemi L. Joensen forkvinna í Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu

Eldraráðið, sum varð valt fyri jól, hevur nú skipað seg

Frá vinstru: Bergljót av Skarði, Marjun Poulsen, Leivur Hansen, Jóan Carl Dam og Annemi L. Joensen

Frá vinstru: Bergljót av Skarði, Marjun Poulsen, Leivur Hansen, Jóan Carl Dam og Annemi L. Joensen

2026-01-10 16:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eldraráðið, sum varð valt í Tórshavnar kommunu fyri jól, hevur nú skipað seg.

Annemi L. Joensen er forkvinna, og Leivur Hansen er næstformaður. Bergljót av Skarði er skrivari, Marjun Poulsen er kassameistari, og Jóan Carl Dam er nevndarlimur.

Varalimir eru Marin Rasmussen, Lissi Hansen og Did Nicolajsen.

Høvuðsuppgávan hjá Eldraráðnum er at geva politikarum góð ráð og syrgja fyri, at atlit verða tikin fyri eldri borgarum, tá avgerðir verða tiknar.

Tilsamans 5.656 fólk høvdu valrætt til eldraráðsvalið, sum endaði 15. desember. Vallutøkan var 49,4%.

Tórshavnar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder