 
                
            Í gjár fekk Anna Margit Gotved Petersen húgvuna á høvdið sum ársins fyrsti studentur á gymnasialum miðnámi á Glasi.
Tað skrivar Glasir á heimasíðuni.
Anna Margit, sum hevur gingið í 17b, var uppi í samfelagsfrøði, og hon fekk ein góðan og væl uppibornan enda á trimum árum á Glasi.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/06/17/gallery-thumbnail/fyrstapissa6-1024x578.jpg) (Mynd: Glasir)
(Mynd: Glasir)
Hon er fyrsta pisa í síðsta árganginum, sum byrjaði í Hoydølum og fyrsta pisa í einum ári og próvtøkutíðarskeiði, sum hevur verið heilt øðrvísi enn øll onnur ár.
- Korona, sóttarhald, frástøða, fjarundirvísing og alt tað, sum hevur merkt várið fær tó ikki tikið nakað av gleðini á stóra degnum, tá húgvan kemur á høvdið, skrivar Glasir.
Les eisini: Fyrsta pisan á Kambsdali floygd
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald