placeholder
Mentan

Andrias Høgenni og 11 aðrir leikstjórar gera sóttarhaldsfilmar

– Har hendir so nógv í hesum døgum, og har eru so nógvar søgur at fortelja, sigur Andrias Høgenni, sum fekk hugskotið til "Karantænefilmene"

Andrias Høgenni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Andrias Høgenni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-06 16:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Við verkætlanini "Karantænefilmene" (Sóttarhaldsfilmarnir), hava 12 leikstjórar úr øllum hornum av ríkisfelagsskapinum bjóðað hvørjum øðrum av at framleiða ein stuttfilm uppá 14 dagar í eini tíð, har filmsvinnan annars liggur lamin.

Hvør leikstjóri fær hesar báðar vikurnar til at framleiða ein film við ta útgerð, sum hann hevur, samstundis sum hann fylgir øllum tilmælunum frá myndugleikunum um frástøðu o.a., stendur á Facebook síðuni Karantænefilmene, har nýggir stuttfilmar verða lagdir út komandi tíðina.

Fyrsti filmurin varð lagdur út um middagsleitið í dag. Tað var filmurin "Der er ikke andre" hjá føroyska leikstjóranum Andrias Høgenni, sum eisini var tann, ið fekk hugskotið til framleiðsluna av sóttarhaldsfilmunum.

Filmurin hjá Andrias Høgenni, sum sæst niðanfyri, snýr seg um eina videosamrøðu millum tvey fólk, ið eru í sóttarhaldi.

– Eg kom við hugskotinum til sóttarhaldsfilmarnar, tá eg tosaði við ein annan leikstjóra umvegis telefon. Vit byrjaðu so at ringja runt, og áðrenn vit vistu av, vóru vit 12 leikstjórar, sigur Andrias Høgenni við Portalin.

Filmurin hjá Andrias, snýr seg, sum áður nevnt, um eina videosamrøðu, og hann er tikin upp gjøgnum eina farteldu.

Orsakað av tilmælinum um frástøðu, hava aðrir leikstjórar eisini verið noyddir at finna uppá kreativar mátar at framleiða film teirra. Onkur hevur tikið upp við dronu, onkur hevur staðið langt burturfrá við einari zoom-linsu, og onkur hevur brúkt fartelefon.

Hóast verkætlanarheitið "Karantænefilmene", hevur tað ikki verið beinleiðis krav, at filmarnir skulu snúgva seg um nútíðina og ta støðu, heimurin er í í løtuni, men kortini er tað nakað, sum sæst aftur í filmunum.

– Har hendir so nógv hesar dagarnar, og tað ger eisini tað, at har eru so nógvar søgur at fortelja. Har eru so nógvar møguleikar at lýsa, hvussu ymiskt fólk reagera. Tí hevur tað verið rættiliga natúrligt hjá nógvum bara at gera filmar um tað, sum hendir beint nú. Tað er eisini nakað, sum fyllir øgiliga nógv hjá teimum flestu í løtuni, so tað er ein máti hjá teimum at fáa tað út, sigur Andrias Høgenni.

Hann er vanur við at hava eitt heilt framleiðslulið aftanfyri seg, men so var ikki hesuferð. Sjálvur hevur hann leikstjórnað og skrivað handritið, Jákup Skovsgård Thøgersen hevur klipt, og so hava tríggir leikarir verið knýttir at filminum – William Jacobsen Halken, Mathilde Lundberg og Lue Støvelbæk.

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Andrias hevur framleitt ein film undir løgnum umstøðum. Stuttfilmurin "Stina Karina", sum vann Geytan í 2015, varð tikin upp á einum vesi uppá eitt kvøld. Upptøkur til filmin "Ikki illa meint", sum hevur vunnið fleiri virðislønir, vórðu eisini gjørdar uppá bert fýra dagar, eftir at leikstjórin noyddist at sleppa ætlanini um ein annan film.

Enn er bert ein filmur komin út, og hinir verða lagdir út við jøvnum millumbilum fram til 20. mai. Enn er ikki avdúkað, hvørjir allir hinir leikstjórarnir eru, sum standa aftanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder