Innanlands

Amnesty: Sólvit Nolsø skal taka stig til at dagføra fosturtøkulógina

Í dag byrjar Amnesty at savna inn undirskriftir fyri at fáa landsstýrismannin í almannamálum at taka stig til at dagføra føroysku fosturtøkulógina – Komandi tíðina verða eisini fleiri aðrar deildir hjá Amnesty, sum savna inn undirskriftir fyri hesum málinum

(Mynd: Amnesty)

(Mynd: Amnesty)

2022-09-28 13:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, 28. september er altjóða dagur fyri trygga fosturtøku. í hesum sambandi savnar Amnesty International Føroyar inn undirskriftir fyri at heita á landsstýrismannin í almannamálum, Sólvit Nólsøe, sum varðar av fosturtøkulógini um at taka stig til at dagføra føroysku fosturtøkulógina.

– Í dag, 28. september, er altjóða dagur fyri trygga abort. Henda dagin fagna vit rættinum at taka avgerðir um egnan kropp og nøring, men stríðast eisini fyri teimum, sum ikki hava hesi rættindini enn. Í Amnesty eru vit sannførd um, at vit øll hava rætt at taka avgerðir um egnan kropp, nøring og framtíð, og tí halda vit eisini, at gentur og kvinnur í Føroyum skulu hava møguleika at taka abort, um tær ynskja tað.

Heitt verður á Sólvit Nolsøe um at dagføra fosturtøkulógina, so hon "virðir rættindini hjá gentum og kvinnum at tak avgerðir um egnan kropp og nøring, skrivar Amnesty í tíðindaskrivi.

– Hesi rættindini er tryggjaði í altjóða mannarættindasáttmálum og skulu tí eisini viðurkennast í innlendis abortlóggávu. Ein dagførd føroysk lóggáva má tryggja, at kvinnur kunnu fáa abort undir tryggum umstøðum við virðing fyri sínum ynski, tørvi og rætti.

– Altjóða samhaldsfesti er eitt av grundaleggjandi virðunum í arbeiðinum hjá Amnesty. Hvønn mánaða skriva fleiri hundrað føroyingar fyri fólkum kring allan heim, og frá í dag av fara fólk uttanlands at skriva fyri hesum málinum. Vantandi møguleikin hjá kvinnum í Føroyum at taka abort hevur vakt stóran ans uttanlands og sjálvandi eisini hjá øðrum Amnesty-deildum. Í dag og komandi tíðina verða tað tí fleiri aðrar deildir hjá Amnesty, sum savna inn undirskriftir saman við okkum, skrivar Amnesty.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder